Lars Løkke: Føroyar høvdu nokk klárað seg uttan pengar úr Danmark

Føroyski búskapurin er totalt sjálvberandi, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin í Danmark

Her er Lars Løkke gestarøðari á landsfundi hjá Sambandsflokkinum

Her er Lars Løkke gestarøðari á landsfundi hjá Sambandsflokkinum

Í roynd og veru er føroyski búskapurin »totalt sjálvberandi«. Tað staðfesti fyrrverandi forsætisráðharrin í Danmark, Lars Løkke Rasmussen, í gjár. Tað er TV2 í Danmark, sum hevur tosað við hann í sambandi við landstingsvalið í Grønlandi í dag.

Hann vísir á, at Føroyar eru í eini heilt aðrari støðu enn grønlendingar eru í. Føroyar hava yvirtikið at kalla øll malsøki frá donsku stjórnini, og nú er støðan í Føroyum tann, at 95 oyru av hvørjari krónu, sum verður brúkt í Føroyum, eru føroysk og bara fimm oyru er ríkisveiting úr Danmark.

– Og í roynd og veru haldi eg, at føroyingar høvdu klárað seg uttan hasi fimm oyruni í morgin, um so skuldi verið, legði Lars Løkke Rasmussen afturat. Hann hevur umboðað Vinstra, systurflokkin hjá Sambandsflokkinum, á Fólktingi í eitt mannaminni og hevur verið bæði ráðharri, og forsætisráðharri fyri Vinstra. Men nýliga fór hann úr flokkinum og eru nú uttanflokka.

Men Lars Løkke Rasmussen heldur, at nógvir ungir føroyingar eru í eini støðu, har teir halda seg hava fingið tað besta úr báðum verðum. Teir eru føroyingar um ein háls og eru stoltir av Føroyum og føroyskari mentan. Men so títt og knapt teir stíga fótin á danska jørð, hava teir eisini eitt ES-pass við teimum fyrimunum, tað gevur, heldur Lars Løkke Rasmussen.

Hinvegin heldur hann, at í Grønlandi er støðan ein heilt onnur. Vilja grønlendingar varðveita sama livistøðið sum nú, er tað púra veruleikafjart at tosa um sjálvbjargni og loysing frá Danmark, heldur hann

Hann vísir nevniliga á, at bara 40 oyru av hvørjari krónu, sum verður brúkt í Grønlandi, er grønlendsk, tí 50 oyru er ríkisiveiting úr Danmark og 10 oyru koma úr ymsum ES-kassum. Samstundis hava teir næstan eingi málsøki yvirtikið frá donsku stjórnini.

Her er Lars Løkke gestarøðari á landsfundi hjá Sambandsflokkinum