Lars Løkke leggur frá sær

Lars Løkke Rasmussen á røðarapallinum í kvøld. Mynd: Ritzau Scanpix

Lars Løkke Rasmussen á røðarapallinum í kvøld. Mynd: Ritzau Scanpix

- Kæru vinir. Vit hava fingið eitt fantastiskt gott val. Men valdið skiftir. Tí ringdi eg fyrr í kvøld til Mette Frederiksen og fortaldi henni, at eg í morgin klokkan 11 ætli at fara til hennara hátign drotningina og boða frá valúrslitinum. Út frá tí fari eg at leggja frá mær og heita á hana at innkalla til drotningaumfar.

Tað segði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, tá hann fyri løtu síðan helt røðu í valhølunum hjá Vinstra á Christiansborg.

Í røðuni gjørdi hann greitt, at hann er stoltur av teimum úrslitum, ið stjórnin hevur framt síðstu árini, og vildi vera við, at Danmark er á øllum økjum eitt nógv betri land í dag enn í 2015.

- Vit kunnu fegnast um, at Vinstra hevur havt framgongd. Vit hava ikki bara havt framgongd, men eru tann flokkurin, ið hevur havt størsta framgongd í tingmonnum og eru aftur væl tann størsti borgarligi-liberali flokkurin í Danmark, segði hann í røðuni.

Í røðuni upplýsti hann eisini, at flokkurin framyvir fer at virka fyri at samstarva tvørturum miðjuna í donskum politikki, tó at hann veit, at hetta ikki hevur áhugan hjá Mette Frederiksen í løtuni.  

Lars Løkke Rasmussen á røðarapallinum í kvøld. Mynd: Ritzau Scanpix