Lastbilur tikin av hvirlu

– Men bilførarin var heppin, hóast alt

Tað var her áraka verkið á Sundi, at bilurin fór útav - men tíbetur fór hann ikki oman av

Tað var her áraka verkið á Sundi, at bilurin fór útav - men tíbetur fór hann ikki oman av

Fyri einum góðum tíma síðani hendi eitt ferðsluóhapp á Kaldbaksfjarðarvegnum.

Tað er fitt av vindi og tað kom óvart á bilføraran á einum stórum lastbili, sum kom koyrandi suðureftir.

Beint við Sund varð hann tikin av eini harðari hvirlu og lastbilurin varð tikin tvørtur um vegin og endaði á liðini.

Har er nakað høgt oman av, men tíbetur legði lastbilurin seg á bilaverjuna í vinstru síðu, og fór sostatt ikki oman av.

Bilførarin var einsamallur í bilinum og hann slapp frá óhappinum at kalla uttan mein og slapp úr bilinum við egnari hjálp.

Hann hevði kortini fingið onkrar smásnuddir og av trygdarávum fór hann á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur løgreglan.

Tað var her áraka verkið á Sundi, at bilurin fór útav - men tíbetur fór hann ikki oman av