Ein framleiðsla, sum byrjar við at turka tosk, letur nú upp í nýggjum virki í lítlu grønlendsku bygdini, Napasoq. Sambært Sermitsiaq er tað felagið, Platou Fish Napasoq ApS, sum stendur aftan fyri hetta virksemi.
Í Napasoq, sum liggur einar 50 kilometrar úr Maniitsoq, búgva umleið 80 fólk.
Hósdagin fingu eigararnir av virkinum boð frá matvørumyndugleikunum um, at nú kann framleiðslan at turka tosk byrja. Soleiðis verður eisini møguligt at byrja at keypa tosk frá útróðrarmonnum til framleiðsluna av turrum fiski.
- Vit vænta, at vit kunnu byrja at taka ímóti toski hin 15. januar, sigur stjórin í felagnum, Hans Platou, í tíðindaskrivi.
Hans Platou vónar, at virkið eisini kann fáa góðkenning til at virka steinbítarogn í hesum árinum, og sum skilst fer leiðslan á virkinum eisini at søkja um loyvi til at keypa og virka kjøt úr reinsdjórum og moskusneytum.