Latið Tjóðsavnið yvirtaka kirkjugarðin

Óli Jacobsen í Havn er helst tann, ið veist mest um tey, sum eru grivin í gamla kirkjugarði í Havn. Hann er sera harmur um ta syndarligu virðin, sum myndugleikarnir sýna hesum søguliga og hugnaliga stað undir Svínaryggi í Havn

Røðin, Hendur ið Sleptu, við frásagnum um gravir í gamla kirkjugarði í Havn, var í síni tíð ógvuliga væl umtókt millum lesarar hjá Sosialinum. Hesa ferð er enn ein frásøgn, og hon er um gravir, har trø eru eyðkennið fyri tær.

##med2##

Her er talan um Gretu og Poul í Snikkarastovu og teirra børn, sum øll vóru við til at skapa søgu í Havn og í Føroyum, ikki minst innan fráhaldsarbeiðið. Systrarnar Karin og Mourentsa vóru í fremstu røð við fólkaatkvøðuna í 1907, tá ið bann varð sett fyri fríari rúsdrekkasølu.

##med3##

– Eisini verður víst á, at hóast kirkjugarðurin er søguríkasta stað í Havn, so sæst einki til, at hann hevur nakran góðan. Líkasælan sæst eisini í digitaliseringini av kirkjugarðinum, sum er serstakliga ófullfíggjað, sigur Óli Jacobsen, sum í morng ár hevur skrivað siðsøguligt tilfar í Sosialinum.

Hann sigur, at sjálvt tøkir upplýsingar eru ikki tiknir við, hóast teir kundu verið settir inn upp á ein fyrrapart.

##med4##

– Eisini er talan um reint fusk, sum vísir, at púra ongin áhugi er fyri søguni hjá teimum fólkum, sum eru farin undan okkum, sigur Óli Jacobsen.

Hann mælir til, at Tjóðsavnið yvirtekur kirkjugarðin undir Svínaryggi.

– Har eru dugnalig fólk, sum kunnu geva kirkjugarðin ta virðing, hann hevur uppiborið, sigur Óli Jacobsen.

##med5##