Lea Kampmann við nýggjum staklagi

Lea Kampmann hevur givið út fyrsta staklag sítt í 2020

Heitið á lagnum er Higher, og lagið snýr seg um óttan, ið veksur, um ein gevur óttanum orku ella leggur orku í hann.

Lea Kampmann gav út fyrstu EP sína, Common Blue í 2017, men nú er hon farin eitt sindur øðrvísi til verka.

Hesuferð samstarvar hon við trummusláara og framleiðara, Per I. Højgaard, sum hevur framleitt lagið.

Higher er ein alternativ poppbalada við einum blandi av insisterandi beatum og droymandi ljóðum.

Lea Kampmann er í skrivandi løtu í holt við at framleiða eitt sjónbandalag til lagið saman við leikstjóranum, Heiðrikki á Heygum.

Sjónbandalagið verður at síggja um umleið tvær vikur.

Hoyr lagið "Higher" her:

##med2##

Higher