Leggja eina ætlan fyri at útvega Strandferðsluni nýggj skip

Landsstýrið arbeiðir við málinum, sigur Jørgen Niclasen

Ritan er eitt av elligomlu skipunum hjá Strandferðsluni

Ritan er eitt av elligomlu skipunum hjá Strandferðsluni

Nú fer landsstýrið at leggja eina samferðsluætlan, har íløgur í tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervi og ferjur, verða lagdar í ein langtíðar løgukarm.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðskumálum. Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir eru um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.

Jørgen Niclasen sigur, at umframt at leggja eina samferðsluætlan, fer landsstýrið eisini at langtíðar løguætlan fyri tær íløgur, sum skulu gerast hesi næstu árini,  og í tí arbeiðinum skal eisini leggjast tíðarætlan fyri at skifta skipini hjá Strandferðsluni, út.

Jørgen Niclasen ásannar, at undantikið Smyril og Teistan, er allur flotin hjá Strandferðsluni ótíðarhóskandi og óneyðuga dýrur í rakstri.

 

##med2##

Í 2017 gjørdi skiparáðgevarin, Knud E. Hansen, eina støðulýsing av skipunum hjá Strandferðsluni.

Í niðurstøðuni stendur, at samanumtikið er flotin hjá Strandferðsluni rættuliga gamal við einum miðalaldri uppá 30 ár.

Aldurin ger seg galdandi á serliga tveimum økjum. Annað er, at skipini taka rættiliga nógv minni og hitt er, at teringar í skrokkinum fer at gera um seg. Og samstundis økjast krøvini til Strandferðsluna.

 Í mai mánað kemur nýggi eykabáturin hjá Strandferðskuni og hann kann avloysa nøkur av skipunum, tá ið tørvur er á tí.

– Landsstýrið arbeiðir við at finna eina loysn uppá, hvussu avbjóðingarnar kunnu loysast, sigur Jørgen Niclasen.

 

Í frágreiðingin frá Knud E. Hansen, fáa skipini eisini karakter, har 25 er tað hægsta talið, sum tey bestu skipini fáa.

Men í frágreiðingini fær:

Sildberin 7 stig

Ritan 10 stig

Sam 10 stig

Ternan 15 stig

Teistin 20 stig

Smyril 24 stig

Ritan er eitt av elligomlu skipunum hjá Strandferðsluni

Hendan talvan vísir, hvat skipini hjá Strandferðsluni hava kostað í ábótum hesi seinastu árini