Leggja uppskot fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna

Tað fer eisini at gera tað lættari at fáa starvsfólk til eldraøki, sigur løgtingsmaður

 

 

Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar um vikuna.

Tað er Javnaðarflokkurin, sum fer at leggja uppskotið fyri Løgtingið, og Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sigur, at tað verður einaferð nú í vár, at uppskotið verður lagt fram.

Í løtuni hava vit 40 tíma arbeiðsviku, men røddir hava fleiri ferðir verið frammi um at stytta arbeiðsvikuna soleiðis at hon samsvarar við arbeiðstíðina í okkara grannalondum.

Starvsmannafelagið er eitt felag, sum hevur tosað um tað og á politiskum fundi, felagið skipaði fyri upp undir løgtingsvalið í fjør, søgdu umboð fyri teir politisku flokkarnar, at tey vístu ikki málið frá sær, hóast fleiri eisini høvdu síni fyrivarni, serliga um, hvørjar avleiðingar tað fór at fáa, og onkur helt, at hetta var fyrst og fremst ein samráðingarspurningur ímillum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar.

Hetta var eisini eitt mál, Javnaðarflokkurin lovaði í valstríðnum upp undir løgtingsvalið og Heðin Mortensen heldur, at tað hoyrir nútíðini til at arbeiðsvikan verður stytt. Og hann heldur eisini, at hetta fer at gera tað lættari at manna ymisk størv, eitt nú í eldraøkinum.

Hann sigur, at ein stórur trupulleiki er, at størv í eldraøkinum, og aðrastaðni, ikki eru fulltíðarstørv. Men sum er, verður arbeiðstíðin roknað út frá eini 40 tíma viku, og tað ger, at arbeiðsdagurin mangan verður kutaður sundur við fleiri frítímum inn ímillum.

Verður arbeiðstíðin ístaðin roknað út frá 37 tíma arbeiðsviku, verður arbeiðið meiri samanhangandi tí frítímarnir verða færri mitt í arbeiðstíðini, og samstundis verður skjótari at koma upp á fulla tíð.

Hann ásannar, at hetta fer at føra útreiðslur við sær, men nú heldur hann kortini, at stundin er komin at stytta arbeiðstíðina.

Hann er eisini greiður yvir, at hetta ikki er nakað, sum hóvar arbeiðsgevarum, men hann heldur, at politikarar skulu hugsa um heildina, og ikki einstakar bólkar í samfelagnum.

Heðin Mortensen sær ikki fyri sær, at at arbeiðsvikan skal lækkast niður í 37 tímar í einum, men hann hugsar sær, at tað verður gjørt í smáum kanska í eini tvey, trý ár.