Máttu hava kreppuhjálp

Hóast illveður, so loysti føroyski Immanuel frá landi við skúlabørnum

 

 

mynd: sermitsiaq

mynd: sermitsiaq

Tað hevur elvt til mikla øsing í Grønlandi, at báturin, Immanuel, sum er ogn hjá sjálvsognarstovninum av sama navni, og sum hevur sín uppruna í Føroyum, loysti frá landi seinnapartin í gjár.

 

Illveður var, og mest sum øll samferðsla í Grønlandi var avlýst. Kortini valdi skiparin á Immanuel at loysa, tá tey skuldu sigla næmingar frá Atuarfik Samuel Kleinschmidt aftur til Nuuk.

 

Somikið ófantaligt var veðrið, at næmingarnir, lærarar og avvarðandi fingu kreppuhjálp eftir ferðina, skrivar Sermitsiaq.

 

Íalt vóru 25 ferðandi við á ferðini, og Hans Sivertsen, sum er nevndarlimur í Immanuel, viðgongur fyri grønlendska blaðnum, at tað ikki var rætt at loysa, tá veðrið var somikið ringt.

 

- Tá vit líta aftur á hendingina, so umbera vit sjálvandi tað, sum hent er. Hetta er ikki tað, sum vit ynskja fyri hvørki børn ella onnur ferðandi, sigur Hans Sivertsen.