Legoland aftur á danskar hendur

Eftir 14 ár við bretskum eigarum, skal Legoland aftur vera danskt

Mynd: Mads Claus Rasmussen © Scanpix

Mynd: Mads Claus Rasmussen © Scanpix

Lega-familjan, Kirk Kristiansen, vil nú hava fatur á Legoland aftur, og tí hevur íløgusamtak teirra, Kirkbi, sligið seg saman við amerikanska íløgufelagnum Blackstone og kanadiska pensjónskassanum CPPIB fyri at keypa Legoland aftur.

Tað skrivar DR í dag.

Legoland - ella Legolondini, tey eru átta í tali -  varð í 2005 selt til bretska Merlin Entertainments, ið fæst við at reka stuttleikalond runt í heimi. Nú Legoland nummar níggju er á veg, ynskir Kirkbi at fáa stuttleikalondini aftur á danskar hendur.

Samtakið hjá Kirkbi og amerikanarunum er til reiðar at gjalda 30 milliardir krónur fyri restina av Merlin Entertainment, har Kirkbi frammanundan eigur 30 prosent av bretska stuttleikarisanum.

Mynd: Mads Claus Rasmussen © Scanpix