Leiga luksusbil í Føroyum – og lata skattgjaldaran rinda rokningina

Løgtingslimir hava illgruna um, at okkurt liggur krógvað í einum uppskoti frá landsstýrinum

Nú fer tað at bera til at leiga luksusbilar í Føroyum – og lata skattgjaldaran ringja rokningina. Soleiðis eru tað nakrir tinglimir, sum tulka eitt uppskot, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið.

Nakað síðani gingu søgur um, at bilasølur gjørdu sær dælt av einum holi í lógini, sum var, at tey leigaðu nýggjar bilar út eitt tíðarbil og so kundu teir seljast mvg frítt, tá ið ein tíð var farin. Og soleiðis bar tað til at ogna sær ein dýran bil fyri spottprís.

Løgtingslimir søgdu, at hóast søgur gingu um tað, vistu teir ikki ítøkilig dømi um tað og teir vildu ikki leggja nakran undir at gera sær dælt av støðuni.

Men kortini varð gjørt av at broyta lógina og tískil varð eitt mark sett fyri, sum segði, at tá ið leigubilar vórðu seldir, kundi í mesta lagi 45.000 krónur verða mvg frítt. Tað svarar til ein bil, sum kostar 180.000 krónur og tað skuldi tippa hetta holið í lógini.

– Men soleiði, sum eg skilji hetta uppskotið frá Jørgen Niclasen, er ætlanin at avtaka hetta mvg markið aftur, sigur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn í Løgtinginum í gjár, tá ið Løgtingið umrøddi málið.

Hon sigur, at tað merkir, at útlendingar kunnu koma til Føroya og leiga sær ein luksusbil, sum bilasølan síðani kann selja mvg frítt. Og soleiðis kann onkur aftur ogna sær ein luksusbil fyri spottprís.

Hon sigur, at tískil verður tað neyðugt hjá Fíggjarnevndini at kanna allar smálutir í hesum og tí væntar hon ikki, at hetta verður avgreitt í ár.

– Vilja útlendingar, sum koma hendavegin, leiga sær ein luksusbil, eiga teir eisini sjálvir at rinda fyri tað, ístaðin fyri at senda skattgjaldarunum rokningina, helt Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fyri.

Sjálvur sigur Jørgen Niclasen í uppskotinum, at tað er ein sannroynd, at verandi lóggáva ger tað sera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at gera íløgur í dýrar leigubilar og sostatt at nøkta eftirspurningin hjá billeigarum, sum ynskja sær ein bil, sum er omanfyri miðal.

– Av somu orsøk eru tað ikki leigubilar tøkir til kræsna billeigaran, sigur Jørgen Niclasen.