Leiguprísurin ov høgur fyri staka mammu

- Eg havi sum støk mamma ongan møguleika at leiga fyri eina slíka upphædd, sigur kvinna, sum hevur givið avboð upp á íbúð hjá Bústøðum.

Sands kommuna eigur viðheftu myndir.

Sands kommuna eigur viðheftu myndir.

 

Nú er liðugt at asfaltera við íbúðirnar hjá Bústøðum á Sandi, og klárt er at flyta inn. Sambært Bústøðum er eftirspurningurin eftir íbúðunum stórur og tey fimm, sum hava fingið játtandi svar, flyta inn hálvan august í ár.

Tað vita tey í Sands kommunu at siga á sínari Facebook-síðu fyrr í hesum mánaðinum.

Men, In.fo veit, at tað eru ikki øll, sum fingu møguleikan at flyta inn í hesar íbúðir, sum hava tikið av. Tað er onkur støk mamma við børnum, sum hevur sagt nei takk, tí hon metir, at leiguprísurin er ov høgur til hennara inntøku og pengapung.

- Eg hevði fingið játtað eina av íbúðunum, men tá eg í juni í brævi fekk at vita frá Bústøðum, hvør leiguprísurin verður, fekk eg eina viku at umráða meg í, um eg vildi taka av ella ei.

Kvinnan sigur við In.fo, at sjálvur leiguprísurin er 6.300 krónur um mánaðin, pluss 500 krónur í jarðhita - ella 6.800 krónur tilsamans. - Haraftrat koma aðrar fastar útreiðslur sum eitt nú internet.

Hon vísir á, at Bústaðir hava sagt, at tá hálvt ár er liðið, verður gjørt upp, hvør útreiðslan av hitanýtsluni er, og tá kann prísurin regulerast, um tað vísir seg, at nýtslan til upphiting ikki samsvarar við hesar 500 krónurnar.

- Hetta eru deiligar íbúðir, men tær eru smáar við tveimum kømrum. Eg havi sum støk mamma ongan møguleika at leiga fyri eina slíka upphædd, og tí havi eg verið noydd at givið avboð til íbúðina hjá Bústøðum, sigur hon.

##med2##

 

 

 

 

 

Sands kommuna eigur viðheftu myndir.

- Hetta eru deiligar íbúðir, men ov dýrar til mín pengapung, sigur mamma, sum noyddist at geva avboð.