Leinkjur til allar 14 valsendingarnar sum hava verið á FM1

(FM1) Í hesari greinini ber til at síggja yvirlit og fáa leinkjur til allar valsendingarnar og politisku kjakini, ið hava verið á FM1 seinastu vikurnar

Árni Gregersen hevur reikað fyri 14 valsendingum á FM1. Leinkjur til allar sendingarnar eru í greinini

Árni Gregersen hevur reikað fyri 14 valsendingum á FM1. Leinkjur til allar sendingarnar eru í greinini

Farnu vikurnar hava valsendingar verið á FM1. 

Vertur fyri allar sendingarnar hevur verið Árni Gregersen, journalistur. 

Talan hevur bæði verið um sendingar við umboðum fyri ávísar politiskar flokkar, og talan hevur eisini verið um kjak millum tvey valevni frá tveimum ymiskum flokkum.

Her eru leinkjurnar til allar valsendingarnar, ið hava verið á FM1:

1)  HER  ber til at hoyra sendingina, har valevni hjá Javnaðarflokkinum løgdu fram síni hjartamál. Magni Dalsgarð, Bjørg Dam, Jens Arni Leo Hammerfoss, Hans Jacob Thomsen, Sigfríður Símunarson Sólsker og Odd Færø umboðaðu Javnaðarflokkin í Rásarúminum 12. august

2) HER  ber til at hoyra sendingina, har valevni hjá Tjóðveldi løgdu fram síni hjartamál. Rógvi Nybo, Brandur Arnoarson og Jón Kragesteen umboðaðu Tjóðveldi í Rásarúminum 13. august

3) HER  ber til at hoyra sendingina, har valevni hjá Fólkaflokkinum løgdu fram síni hjartamál. Joan Samuelsen, Ingvør Justinussen, Hans Joensen, Hanus Samró og Birgir Nielsen umboðaðu Fólkaflokkin í Rásarúminum 14. august

4) HER  ber til at hoyra fyrru sendingina, har valevni hjá Sjálvstýri løgdu fram síni hjartamál. Olgar Nielsen, Terji Vestergaard, Heri Danielsen og Pól Jákup Poulsen umboðaðu Sjálvstýri í valsendingini 15. august

5) HER  ber til at hoyra sendingina, har valevni hjá Sambandsflokkinum løgdu fram síni hjartamál. Valevnini sum tóku lut í sendingini 19. august vóru Ragnar Isaksen, Ingi Mittún, Anja Haldansen, Sámal Hanne Lognberg, Allan Skaalum, Hans Marius Edvard Høgnesen, Villads Elbo Bøgesvang og Sunneva Simonsen Ludvig.

6) HER ber til at hoyra kjakið sum var millum Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum hjá Tjóðveldi og Bárður á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum sum var í Rásarúminum 20. august

7)  HER  ber til at hoyra kjakið sum var millum Jónleif Johannesen, løgtingsmann hjá Javnaðarflokkinum og Brandur Sandoy, borgarstjóra og valevni hjá Fólkaflokkinum, ið var í Rásarúminum 21. august

8) HER  ber til at hoyra fyrstu valsendingina hjá Miðflokkinum, ið var í Rásarúminum 22. august. Tordur Niclasen, Jenis av Rana, Jákup Suni Lauritsen, Frank Jacobsen og Rani Skaalum umboðaðu Miðflokkin í hesari valsendingini.

9)  HER  ber til at hoyra kjakið sum var millum Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann hjá Sambandsflokkinum og Magna Arge, løgtingsmann hjá Tjóðveldi í Rásarúminum 26. august

10)  HER ber til at hoyra aðru sendingina hjá Miðflokkinum úr Rásarúminum. 27. august vóru tað Rúni Johansen, Anna Margreta Otthamar, Rósa Tyril Gaardlykke og Jóna Nicolajsen, ið umboðaðu Miðflokkin. 

11) HER  ber til at hoyra kjakið sum var millum Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu hjá Tjóðveldi og Jógvan Skorheim, formann í Sjálvstýri í Rásarúminum 27. august.

12)  HER  ber til at hoyra kjakið sum var millum Rigmor Dam, løgtingskvinnu og fyrrverandi landsstýriskvinnu hjá Javnaðarflokkinum í mentamálum og Christian Andreasen, spíðskandidati hjá Fólkaflokkinum í Rásarúminum 28. august

13) HER  ber til at hoyra triðju og seinastu valsendingina hjá Miðflokkinum. Rúni Johansen, Anna Margreta Otthamar, Margretha Kjærbæk, Bjarta Petersen, Rani Andrasson Skaalum og Jenis av Rana umboðaðu Miðflokkin í Rásarúminum 29. august.

14)  HER  ber til at hoyra seinnu valsendingina hjá Sjálvstýri. Rúni Jacobsen og Jens Heri Bolstad Mortensen umboðaðu Sjálvstýri í Rásarúminum 29. august

Árni Gregersen hevur reikað fyri 14 valsendingum á FM1. Leinkjur til allar sendingarnar eru í greinini