Leita eftir ferðafólki í haganum í Sandvík

Ein ung týsk kvinna er ikki komin afturíaftur og nú er bjargingarlið farin at leita

Í kvøld eru tey farin at leita eftir eini týskari kvinnu, sum er farin í hagan, men sum ikki er komin afturíaftur.

Hon kom suður við Smyrli í morgun og við Bygdaleiðum til Sandvíkar, har hon ætlaði sær í Rituskor.

Hon avtalaði eisini við bussføraran um at koma eftir sær aftur, men tá ið bussurin kom var eingin kvinna at síggja.

Boð fóru til løgregluna og síðani var farið at leita. Tað var nakað av mjørka, tá ið hon fór til gongu, men nú er klárnað aftur og tí er tyrlan eisini boðsend.

Kvinnan er týsk, hon er høg og klænvaksin, og um 20 ára gomul. Hon er í turkisfarvaðari, ella grønbláari, húgvu, myrkum buksum, myrkum jakka við onkrum brúnum á, og í gongustivlum, ella hiking-stivlum.

Løgreglan sigur, at veit nakar um kvinnuna at siga, eru tey vælkomin at siga frá.