Leita eftir navni til nýggja bryggjaríið

Í summar fer eitt nýtt bryggjarí á Hálsi í Havn at bryggja og selja øl. Men enn vita fyrireikararnir ikki, hvussu bryggjaríið skal eita.

Petur Petersen er stjóri í nýggja bryggjarínum í Havn

Petur Petersen er stjóri í nýggja bryggjarínum í Havn

– Bonkurin og eg sita mitt í hjartanum á nýggja bryggjarínum, har ølkókarin hjá okkum skal standa.

Tað skrivar Petur Øl Petersen, stjóri í byrggjarínum í sambandi við myndina omanfyri.

– Fyrireikinganar uppi á Hálsi í Havn eru av álvara farnar í gongd, men bryggjaríið hjá okkum manglar navn. Tí skipi eg fyri navnakapping, og møguleiki er at vinna eina rammu (sum verður latin seinni, sigur hann, og tað kann gerast við at senda honum teldupost til [email protected]

Petur Petersen er stjóri í nýggja bryggjarínum í Havn