Leita eftir støkum føroyskum bóndum

Finsk reality-sending leitar eftir støkum bóndum til sína røð.

- Bóndi! Ert tú stakur og leitar tú eftir kærleika? So ert tú heppin, tí finska útgávan av »Bóndi leitar eftir maka« leitir eftir luttakarum úr Føroyum!

Soleiðis stendur at lesa á enskmæltu føroysku tíðindasíðuni, local.fo, ið Sanna Kiiski hevur vent sær til. Hon arbeiðir fyri Freemantle Media, ið framleiðir røðina, sum er ein av teimum best umtóktu í Finnlandi.

- Vit ynskja at hava mannfólk við úr ymsum londum, og halda at Føroyar høvdu verði eitt sera áhugavert stað til upptøkurnar. Somuleiðis eru vit vís í, at støku finsku kvinnurnar høvdu verið spentar at hitt føroyskar menn, sigur Sanna við local.fo.

Røðin er sett soleiðis saman, at nakrir bøndur hitta kvinnum úr býnum og velja sær síðani eina, sum teir kundu hugsað sær sum konu. Upptøkurnar byrja móti endanum av julimánaði, og Freemantle Media hoyrir fegin frá fleiri føroyskum bóndum á [email protected]