Leita eftir tilfari um Læknastríðið

Framleiðslulið fyrireikar upptøkurnar til dokumentarrøð um Læknastríðið í Klaksvík

Eftir páskir byrja upptøkurnar til nýggja dokumentarrøð um Læknastríðið í Klaksvík í fimmti árunum. Danska miðlafelagið Saxofilm ger røðina, sum Danmarks Radio fer at senda á rásini DR2. Vertur í sendingini verður fyrrverandi danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen.

– Vit eru áhugað í at frætta frá fólki, um tey vita um onkra serliga hending, ella hava eitthvørt tilfar ella onkran lut, sum hevur tilknýti til Læknastríðið, sigur Teddy Bruslund, sum er leikstjóri.

Hann hevur seinastu tíðina verið í Føroyum og gjørt kanningararbeiði og fyrireikingar til upptøkurnar.

– Vit hava funnið nógv spennandi tilfar, eisini tilfar, sum ikki hevur verið frammi áður, men fólk eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, um tey hava eitthvørt áhugavert at geva okkum eitt prei um, sigur Teddy Bruslund.

Verkætlanin um Læknastríðið er í tveimum pørtum. Annar er dokumentarrøð á fýra sendingar, sum verður send á DR. Hin er ein framleiðsla um Læknastríðið, sum skal liggja eftir í Klaksvík. Enn er ikki greitt, um tað verður ein framsýning, eitthvørt miðlatilfar, ella onkur kombinatión, men tað verður okkurt, sum kann siga søguna um Læknastríðið. Klaksvíkar kommuna hevur stuðlað hesum parti av verkætlanini við 300.000 krónum. Ætlanin er eisini at varðaveita ymiskt tilfar frá Læknastríðnum.

Fólk fáa samband við leikstjóran umvegis teldupostin [email protected]