Leita nú eftir fyritøkum at bjóða upp á tveir tunlar

Í seinasta lagi um fimm ár skal verða koyrandi ígjøgnum nýggjar tunlar

Landsverk er nú farin at søkja eftir byggiharrum, sum eru sinnaðir at gera tunlarnar Norður um Fjall. Í hesum sambandi lýsir Landsverk nú eftir arbeiðstakarum, sum eru áhugaðir í at bjóða upp á arbeiðið.

Freistin at bjóða seg fram er 4. september og síðani fer Landsverk at gera av, hvørjar fyritøkur sleppa at bjóða upp á tað ítøkiliga arbeiðið.

Men ætlanin er at arbeiða skjótt, tí endmálið er at bjóða arbeiðið út seinni í ár, og enntá er ætlanin eisini at seta sjøtul á arbeiðið áðrenn árið er farið. Sostatt er endamálið, at tað er koyrandi ígjøgnum tunlarnar í seinasta lagi í 2024 ella 2025.

Landsverk sigur, tað eru tveir tunlar, sum skulu gerast og teir liggja nøkunlunda í sama stað, sum núverandi tunlar eru. Annars hevur talan verið um, at tann nýggi Árnafjarðartunnilin skuldi ganga úr Gerðarbøi í Klaksvík stutt frá Norðoyatunlinum, fyri at sleppa undan at leiða alla ferðsluna ígjøgnum Klaksvík.

Men Landsverk sigur, at tunnilin skal gerast frá vegnum omanfyri Ánirnar, til Árnafjørð og síðani skal ein tunnil gerast úr Árnafirði til Norðtoftir. 

Tann fyrri tunnilin, sum verður tann nýggi Árnafjarðartunnilin, verður umleið 1.900 metrar langur og tann seinni tunnilin, sum verður tann nýggi Hvannasundstunnilin, verður umleið 2.225 metrar.

Haraftrat skulu umleið 450 metrar av vegi gerast omanfyri Ánirnar, umleið 450 metrar av vegi skulu gerast í Árnafirði og umleið 900 metrar av vegi skulu gerast á Norðtoftum.

Tilsamans verður nýggja vegalongdin umleið 6.500

Landsverk sigur, at ætlanin er, at verkætlanin skal verða við til at menna førleikarnar í Føroyum til at gera tunlar og somuleiðis skal tann, sum gera tunlarnar, eisini taka fólk í starvsvenjing.

Verandi tunlar Norður um Fjall vórðu gjørdir í sekstiárunum og teir lúka als ikki nútíðarkrøv til tunlar.

Tunlarnir hava bert eina koyribreyt og fríhæddin er bara 3,1 metrar og teir eru 3,5 metrar breiðir, og sostatt kunnu stórir bilar ikki fara gjøgnum teir. Í 2018 koyrdu 1.400 bilar ígjøgnum teir um dagin.