Leita nú eftir leivdum í brunnum

Løgreglan í Portugál hevur nú leitað í fleiri brunnum á Algarve-leiðini í royndini at finna spor í Madeleine McCann-málinum.

 

 

Tað var her í Praia de Luz í 2007, at bretska smágentan, Madeleine McCann, sporleyst hvarv.

Tað var her í Praia de Luz í 2007, at bretska smágentan, Madeleine McCann, sporleyst hvarv.

 

Brunnarnir, sum ikki verða brúktir meira, liggja nærindis frítíðarstaðnum Praia de Luz, har McCann-familjan var og ferðaðist, tá lítla dóttir teirra hvarv. Nú er málið tikið upp aftur, og ein týskari, sum búði í økinum, tá gentan hvarv, er undir illgruna í málinum. Seinastu tíðina hava bæði løgregla og kavarar leitað í brunnunum, og útlendskir miðlar skriva, at leitingararbeiðið framvegis er í gongd. 

Sambært The Guardian liggja umrøddu brunnar eisini nærindis einari strond, har týskarin skal hava hildið til um hesa tíðina. Á myndum sæst guli kampingbilurin hjá týskaranum avmyndaður nærindis hesum brunnum í 2007. Sky News veit at siga, at soleiðis, sum tey hava skilt, hevur løgreglan higartil ikki funnið nakað av týdningi í brunnunum.

Tað var í juni mánaði í ár, at kanningararbeiðið í samband við Madeleine McCann varð tikið upp aftur, eftir at týskir myndugleikar kunngjørdu, at tey kanna ein týskan mann, sum í løtuni situr ein dóm fyri neyðtøku. Týskarin, sum búði í økinum í Portugál, tá smágentan hvarv, hevur framt fleiri brotsverk - eisini móti børnum.

Longu, tá hendingin fór fram í 2007, stóð týskarin á einum lista við 600 ymiskum nøvnum, sum kundu hugsast at hava við Madeleine McCann-málið at gera. Í løtuni situr týskarin í fongsli í Kiel fyri eitt nú neyðtøku og narkotikakriminalitet. Týskarin er eisini settur í samband við onnur mál, har børn og ung eru horvin.

Týskir myndugleikar siga seg hava prógv fyri, at Madeleine McCann er deyð, og at tað tískil er eitt lík, sum leitað verður eftir. Týski ríkisadvokaturin, Hans Christian Wolters, sum stendur á odda fyri kanningararbeiðnum í Madeleine McCann-málinum, skal hava skrivað eitt bræv til foreldrini, Kate og Gerry McCann.

Útlendskir miðlar skriva, at Hans Christian Wolters í brævinum sigur, at løgreglan hevur "ítøkilig prógv" um, at dóttirin er deyð, men í brævinum leggur ríkisadvokaturin aftrat, at hann ikki kann fortelja, hvørji prógvini eru, tí tað kann koma at skaða arbeiðið at uppklára málið um smágentuna.

Tað var hin 3. mai í 2007, at Madeleine McCann hvarv úr íbúðini hjá familjuni í frítíðarbýnum, Praia da Luz, og hetta var beint áðrenn, at gentan fylti fýra ár. Foreldrini, Kate og Gerry McCann, hava sagt, at tey fara ongantíð at missa vónina um, at gentan verður funnin aftur.

##med2##

Tað var her í Praia de Luz í 2007, at bretska smágentan, Madeleine McCann, sporleyst hvarv.

Hetta er kampingbilurin hjá týskaranum, sum nú er undir illgruna.