Leita nú eftir nýggjum stjóra

Nýggi stjórin skal vera sannførandi í sínum starvi

 

 

Fráfarandi stjórin, í miðjuni. Hann fer frá á nýggjárinum

Fráfarandi stjórin, í miðjuni. Hann fer frá á nýggjárinum

Nú verður lýst eftir nýggjum stjóra til miðnámsskúlan í Vestmanna, sum fyrr nevndist Fiskivinnuskúlin í Vestmanna

Tað verðu gjørt, nú stjórin hesi seinastu 30 árini, Jákup Andreasen, segði seg úr starvi herfyri.

Umframt fiskivinnuskúla, er eisini ferðaleiðaraskeið á skúlanum, og samstundis verður arbeitt fyri at gera eina ferðavinnuútbúgving í skúlanum, og eftir ætlan byrjar hon í næstum.

Eini 60 næmingar ganga á fiskivinnuskúlanum, umframt tey, sum eru á ferðaleiðaraskeiði

Tey siga í lýsingini, at nýggi skúlastjórin, skal vera sannførandi og hann skal kenna sínar dygdir og avmarkingar.

Hann skal hava evni og vilja at samstarva og samskipa, men samstundis skal hann hava styrkina at standa eina í mótstøðu, uttan at missa fótafestið.

Lønin er 46.291,68 krónur um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn.

Lýsingin eftir nýggjum skúlastjóra, sæst HER

Fráfarandi stjórin, í miðjuni. Hann fer frá á nýggjárinum