Leitaðu eftir føroyingi – komin aftur í øllum góðum

Hann var funnin í nátt í øllum góðum mitt ímillum Noreg og Hetland

Myndina hevur norska bjargingartænastan tikið

Myndina hevur norska bjargingartænastan tikið

Í gjár fóru bjargingartænasturnar í Noregi og í Bretlandi at leita eftir einum seglbáti, við einum føroyingi umborð, sum skuldi vera á veg til Føroyar.

MRCC sigur, at báturin fór úr Haugesund mikudagin og skuldi til Føroya. Eftir ætlan skuldi hann verið komin til Hetlands fríggjadagin, áðrenn hann setti kós ímóti Føroyum.

Men einki hevur verið at frætt frá bátinum, sum er skrásettur í Danmark og tí varð familjan bangin og boðaði myndugleikunum frá.

Farið at leita síðani at leita. Maðurin var einsamallur við bátinum og hann fekk ikki boð frá sær. Av tí at hann ikki fekk boð frá sær, vitstu tey heldur ikki akkurát, hvørja kós hann hevur siglt og tí eru bátar og skip á leiðini biðin um at hava eyguni eftir bátinum, skrivar blaðið.

Men Haugesund avis skrivaði, at talan er um ein so stóran bát, at veðrið eigur ikki at vera ein trupulleiki.

MRCC sigur, at tað var ringt veður við tungari aldu, og hann kláraði ikki at sigla ímóti, men rak aftur ímóti Noregi. Eitt fiskiskip bar eyga við bátin og síðani fór eitt veitingarskip frá einum oljupalli til hann og bjargaði honum, og nú eru tey á veg til Hetlands í øllum góðum.

Myndina hevur norska bjargingartænastan tikið