Leitaðu eftir útlendingi í fjøllunum í fleiri í tímar í gjár

Leitað varð í fleiri tímar, men til fánýtis – og tað vísti seg eisini at vera óneyðugt

Fyrrapartin í gjár fór at kava rættiliga illa og tað legðist væl av kava á vegirnar. Í hesum sambandi fekk løgreglan boð frá einum bilførara, sum var farin út av á Gjáarvegnum, men har hendi ikki nakar skaði, sum so.

Verri var tá ið fransmaður ringdi og segði, ar hann hevði koyrt seg fastan. Hann dugdi at kalla bara franskt og var ringur at skilja, men løgreglan fekk tað burtur úr, at hann var eisini staddur á Gjáarvegnum.

Eitt lið hjá Landsverkið, sum heldur vegirnar um veturin, fór at grava, men mitt seinnapartin ringdu tey á løgregluna at boða frá, at har var eingin fransmaður at finna á Gjáarvegnum.

Løgreglan fekk tískil illgruna um, at hann kanska var á vegnum um Eiðisskarð, sum ikki verður grivin um veturin.

Sløkkiliðsfólk fóru av Eiði og koyrdu so langt niðan ímóti skarðinu, sum tey sluppu, men har var eingin fransmaður at finna.

Síðani varð koyrt til Funnings og niðan ímóti skarðinum tann vegin, men heldur ikki har var nakað at finna.

Løgreglan sigur, at tey vóru komin hartil, at tey ætlaðu at fara at vita um tey findu staðfest, hvar fartelefonin hjá honum var stødd.

Men tá ið samanumtikið vísti alt seg at vera óneyðugt, tí klokkan 18 ringdi fransmaðurin sjálvur til løgregluna at boða frá, at hann var sloppin leysur sjálvur...