Leiting eftir fýra fólkum spældi væl av

Fólkini, sum vóru farin í báti, men ikki komu fram til ætlaða tíð, vórðu funnin í einari smáttu nær við Narsalik í Grønlandi.

Danska flogvápnið eigur myndina av smáttuni, har tey fýra vórðu funnin í øllum góðum.

Danska flogvápnið eigur myndina av smáttuni, har tey fýra vórðu funnin í øllum góðum.

 

Tá ein bátur, sum var á veg úr Narsaq móti Paamiut í Grønlandi við fýra fólkum umborð, ikki kom fram til ætlaðu tíðina, vendu avvarðandi sær til løgregluna í Grønlandi. Arktisk Kommando tók sær av leitingini við eitt nú sjóverjuskipinum, Knud Rasmussen, einum flogfari, og síðan var eisini ein Targa 27 bátur sjálvboðin við í leitingini.

Ein matrósur umborð á Knud Rasmussen, sum hevur kenningar í Paamiut, visti at siga, at fólkini, tey leitaðu eftir, høvdu givið lívstekin frá sær og vóru stødd í einari smáttu nær við Narsalik.

Undir leitingini brúkti miðstøðin hjá Arktisk Kommando sína nýggju ODISS log-og upplýsingarskipan sum gjørdi, at upplýsingar ferðaðust skjótt millum sjóverjuskipið og miðstøðina hjá Arktisk Kommando.

Upplýsingarnir fóru eisini til flogfarið, ið fekk samband við fólkini, sum leitað varð eftir, og tískil eydnaðist tað flogfarinum at finna smáttuna og fólkini, sum øll høvdu tað gott.

- Hetta var eitt fantastiskt samstarv og ein effektiv upplýsingarskipan millum bæði løgreglu, Arktisk Kommando, skip og flogfar. Haraftrat er tað altíð hugaligt at uppliva, at lokalir eisini vilja samstarva og taka lut í leiting, sigur vaktleiðarin hjá Arktisk Kommando sambært heimasíðuni hjá verjuni.

Danska flogvápnið eigur myndina av smáttuni, har tey fýra vórðu funnin í øllum góðum.