Leivdir frá fletting skulu burturbeinast rætt

Leivdirnar kunnu vera dálkandi

Fyri at sleppa undan óneyðugari dálking minnir IRF nú flettingarmenn á at handfara og viðgera leivdir og burturkast frá fletti á rættan hátt, áðrenn tað verður latið inn.

 

IRF vísir á, at tað er dálkandi at brenna bæði seyðaskinn og fullar vembur, og tí heitir IRF á flettingarmenn um at lata seyðaskinn inn til góðkenda endurnýtslu umframt at tøma vemburnar, áðrenn tær verða latnar inn.

Eisini skulu flettingarmenn lata blóð og vatn seta frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar, og innvølir og leivdir skulu latast í plastposar, áðrenn tað verður latið í vanligu bingjurnar.

 

– Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum, sigur IRF.

– Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti.