Leivdir frá oljuleka

Óhumskan, sum rekst innast í Vágsbotni, eru leivdir frá upptakinum eftir oljulekanum, ið var av trolaranum Fram fyri tveimum vikum síðani.

Sløkkiliðið í Havn sigur, at oljugirðing hevur ligið inni í Vágsbotni síðan oljulekan. Hetta hevur nokk havt við sær, at ymiskt, ið rennir á sjógv, ella sum longu er á sjónum, ikki sleppur út úr Vágsbotni aftur.

Sløkkiliðið sigur eisini, at girðingin varð tikin burtur í dag, og væntast var, at okkurt fór at liggja eftir omaná sjónum.