Lena Anderssen syngur um Aimee

“Aimee” er heitið á nýggjum staklagi hjá Lenu Anderssen, sum kemur út í dag, fríggjadagin 6. november. Aimee verður á komandi útgávuni State of the Land, og er staklag nummar tvey, av júst hesi útgávuni.

 

 

Talan er um ein sang, ið stavar frá somu innspælingum, sum vórðu gjørdar í mars 2018 við legendariska enska The Beatles ljóð teknikkaranum Geoff Emerick aftan fyri knøttarnar.  Emerick andaðist í oktober sama ár, og útgávan er tískil gjørd endaliga liðug í Føroyum og er ljóðblandað í USA av Grammy nomineraða ljóðblandarnum Marc Daniel Nelson.

##med2##

Aimee er skrivað saman við Niclas Johannesen og Óla Poulsen og hevur verið leingi ávegis, tí lagið var skrivað í sambandi við útgávuna Can’t Erase It, sum kom út í 2004. Sangurin snýr seg um ein gentu, ið bíðar eftir, at heimurin skal gerast tryggurhttp://umsiting.in.fo/, so at hon kann aftur spreiða sínar veingir.

Keyp ella lurta eftir Aimee her: orcd.co/lenaanderssen-aimee

Aimee – nýtt videolag: www.youtube.com/watch

Niclas Johannesen undir leiðslu av Geoff Emerick spælir inn guitarsolo til Aimee

www.youtube.com/watch

 

 

 

 

Brot úr studio, tá upptøkur verða gjørdar til Aimee saman við Geoff Emerick