Lendingarnar í Fugloy eru í knúsi

Og vegurin millum Kirkju og Hattarvík er ikki dagførdur - men bara hampaður - síðan hann varð bygdur.

 

Lendingarnar eru slitnar og brotnar, og betongkantar eru avrundaðir.

Lendingarnar eru slitnar og brotnar, og betongkantar eru avrundaðir.

 

- Lendingarnar á Kirkju og Hattarvík eru báðar partvís í knúsi, og millumbygdavegurin má asfalterast av nýggjum, sigur Símun Gullaksen, sum er varaborgarstjóri og fyrisitingarleiðari í Fugloyar kommunu.

Hann vísir á, at ongar munandi dagføringar eru gjørdar á vegin millum bygdirnar seinastu 20-25 árini. Á ávísum vegastrekkjum var bilverjan dottin, tí pelarnir, sum skuldu halda verjuni uppi, vóru bæði rotnir og brotnir.

Í fjør fekk Landsverk umsíðir reist bilverjuna aftur, har hon var farin, men síðan er eisini alt sagt. Símun Gullaksen sigur, at eingin verulig asfaltering hevur verið, síðan vegurin millum bygdirnar varð gjørdur.

##med2##

- Onkrar lappaloysnir hava verið gjørdar, har fylt er í holini á vegnum, men slíkar loysnir halda bert í avmarkaða tíð og eru avgjørt ikki tað optimala.

Varaborgarstjórin í Fugloyar kommunu vísir á, at Landsverk, sum eisini varar av lendingunum á Kirkju og Hattarvík, nú noyðist at taka hond um hesar.

Lendingarnar eru partvís í knúsi og jú longri, Landsverk bíðar við at gera nakað, sum veruliga munar, tess kostnaðarmiklari verður arbeiðið. Hann vísir á, at hóast bygdirnar eru fámentar í fólkatali, og ferðslan er hareftir, hvílir ein ávís ábyrgd á myndugleikunum.

- Tá arbeitt verður við so smáum tølum í senn, sum Landsverk higartil hevur gjørt í Fugloynni, tímir eingin at taka hesi arbeiði upp á seg, sigur varaborgarstjórin, sum vísir á, at fólk í oynni leingi hava ynskt, at Landsverk fór at koma út at asfaltera landsvegin. 

- Okkara ynski hevur verið, at vit um somu leið eisini fingu asfalterað kommunalu vegirnar á Kirkju og Hattarvík, leggur varaborgarstjórin aftrat.

##med3##

 

 

Lendingarnar eru slitnar og brotnar, og betongkantar eru avrundaðir.

Fleiri av pelunum vóru rotnir...

... og tá pelar eru rotnir, eru teir eisini brotnir.