Letur møguliga upp fyri jól

Arbeitt verður við at lata Skálafjarðartunnilin upp longu fyri jól

Rundkoyringin í nýggja tunlinum er sera stórsligin. Mynd: Álvur Haraldsen

Rundkoyringin í nýggja tunlinum er sera stórsligin. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað er sannlíkt, at almenningurin sleppur at koyra gjøgnum Skálafjarðartunnilin longu í hesum árinum.

Tunnilin er nú so mikið liðugur, at tað næstan bara manglar at royndarkoyra ymiskar skipanir í tunlinum.

- Vit arbeiða fram ímóti, at tunnilin letur upp áðrenn jól, men tað veldst sjálvandi um, hvussu tær ymisku royndarkoyringarnar rigga. Alt skal spæla saman, um vit skulu kunna lata upp fyri jól, men tað arbeiða vit so fram ímóti, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar.

Hann sigur, at um alt riggar, sum tað skal, so verður latið upp fyri jól.

- Asfalteringin inni í tunlinum verður liðug í dag ella í morgin, og í næstu viku verður liðugt asfalterað í Rókini, sum er tað seinasta, sigur Teitur Samuelsen.

Í Vikuskiftis-Sosialinum, sum kemur í sølubúðirnar í kvøld, er stór myndafrásøgn úr nýggja og stásiliga tunlinum.

Rundkoyringin í nýggja tunlinum er sera stórsligin. Mynd: Álvur Haraldsen