Leygardagin kenna vit valevnini

Freistin hjá flokkunum at lata inn valevnalistar til Løgtingsvalið, er leygardagin, og í verandi løtu er kynsbýtið heldur misjavnt.

Seinastu vikurnar hava ymsu flokkarnir dúgliga kunngjørt ymisk valevni til løgtingsvalið 31. august, men leygardagin 17. august skulu teir hava funnið endaliga valevnalistan.

Sambært ásetingunum hjá løgtingsvalsnevndini, kunnu flokkarnir í mesta lagi stilla upp 43 valevni, tó at flokkarnir sjáldan røkka hámarkinum.

Í løtuni – sambært ófullfíggjaðum yvirlitið – hevur Tjóðveldi 31 valevni, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin 28 valevni, Sambandsflokkurin 27 valevni, Framsókn 14 valevni, Miðflokkurin 13, Sjálvstýri 12, Framtakið fyri rættinum at velja kannabis 6 valevni og Føroyaflokkurin hevur 3 valevni.

Sum er, eru kvinnur umboðaðar á valevnalistunum hjá øllum flokkum, undantikið Føroyaflokkinum. Tó er misjavnt við kynsbýtinum, og áleið 70 prosent av samlaðu valevnunum eru mannfólk, sum tó kann broytast eitt sindur áðrenn freistina leygardagin.