Leyp á sjógv í ovfarakæti

Ein maður varð ið so kátur í eini veitslu í Havn í nátt

Tað fór eitt sindur yvir gevind hjá einum fólki í veitslulagi í Havn í nátt, tí brádliga leyp ein maður á sjógv í ovfærakæti. Løgreglan sigur, at hann leyp av bryggjukantinum á sjógv, men har vóru fleiri onnur til staðar, og tey fingu bjargað honum aftur upp á land. Men av trygdarávum varð hann lagdur á Landssjúkrahúsið til eygleiðingar, men tað spældi væl av.

Løgreglan sigur, at annars var ikki nógv fólk í býnum í nátt.