Leyslatin eftir grovan harðskap

Dómarin helt ikki at tað var nøkur grund til at varðhaldsfongsla mannin

Í gjár varð ein maður leyslatin eftir grovan harðskap á einum skeinkistaði í Havn týsmorgunin. Har hevði hann sligið ein annan mann so hart, at hann fekk álvarsligan skaða í andlitið og fór á skaðastovuna til viðgerar.

Løgreglan tók gerningsmannin og eftir at hava kannað málið, varð hann førdur fyri Føroya Rætt í gjár við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan ímeðan málið verður kannað út í æsir, og maðurin kann verða førdur fyri rættin til endaliga viðgerð.

Men tað varð dómarin ikki samdur í. Løgreglan sigur, at dómarin metti ikki, at grundarlag var fyri at varðhaldsfongslað mannin, og sostatt varð hann leyslatin aftur. Men løgreglan sigur, at málið verður nú viðgjørt víðari sum eitt harðskapsmál.