LGBT flaggið fer ikki í húnar hátt á Christiansborg

Danskir politikarar vilja hava, at margfeldisflaggið hjá LGBT rørsluni verður vundið í húnar hátt á Christiansborg í dag.

Ælabogaflaggið í flaggstongini á ráhúsðinum í Keypmannahavn. Men tað fer ikki í húnar hátt á Christiansborg hesaferð

Ælabogaflaggið í flaggstongini á ráhúsðinum í Keypmannahavn. Men tað fer ikki í húnar hátt á Christiansborg hesaferð

Í hesum døgum eru nógv LGBT fløgg at síggja í danska høvuðsstaðnum í sambandi við, at LGBT-festivalururin Copenhagen Pride er í hesum døgum. Eitt nú flaggar danska ráðhúsið við LGBT flagginum.

Hóast fleiri áheitanir frá politikarum, so sæst einki ælabogaflagg yvir Christiansborg, men tað kann fara at vera øðrvísi í framtíðini.

– Tað verður ikki flaggað við ælabogaflagginum hetta vikuskiftið, men eg fari at taka málið upp í formansskapinum, sigur Henrik Dam Kristensen, fólkatingsformaður, við donsku heimasíðuna altinget.dk

– Tað er eitt støðugt afturvendandi kjak. Tí skulu vit sjálvandi tosa tað væl ígjøgnum í formansskapinum, men útgangsstøðið hjá mær er fyrst og fremst at vit skulu halda almennu flaggdagarnar, til dømis Norðurlandadagin, sigur hann.

##med2##

Pia Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum, sum er 2. næstforkvinna í formansskapinum, sigur við Altingið, at hon hevur samhuga fyri málinum, men at vit mugu ansa eftir ikki at missa tamarhaldið, um Christiansborg skal flagga hvørja ferð, okkurt er at hátíðarhalda.

Tað sjónarmiðið skilir Trine Torp úr SF, sum er 4. næstforkvinna í formansskapinum, men tó ikki heilt. Í fjør skeyt hon upp, sum framsøgufólk í javnstøðumálum hjá SF, at ælabogaflaggið skuldi vindast í húnar hátt á Christiansborg undir Copenhagen Pride.

Hesum stuðlaðu Eindarlistin og Alternativið, men Pia Kjærsgaard, sum tá var forkvinna í Fólkatinginum, vildi ikki.

Trine Torp heldur, at tað hevði verið eitt sterkt signalvirði í at Christiansborg flaggaði við ælabogaflagginum, »har vit hava gjørt nógv lóggávuarbeiði, sum hevur gagnað hasum bólkinum.«

Hon vísir á, at flaggið hongur hjá fleiri virkjum og almennum bygningum.

– Eg haldi, at vit mugu menna okkum eitt sindur við søguni. Vit síggja, at hetta er blivið til nakað, sum rættiliga nógv meta høgt, og sum nógv fólk stuðla.

– Eg haldi, at vit eiga at vísa okkum sum eitt framsøkið land, sigur hon við Ritzau.

Eisini formaðurin í Alternativinum, Uffe Elbæk, hevur skotið upp, at Christiansborg flaggar við LGBT flagginum í dag.

Í dag skipar Copenhagen Pride fyri stórari skrúðgongu í gøtunum í Keypmannahavn.

 

/ritzau/

 ##med3##

Ælabogaflaggið í flaggstongini á ráhúsðinum í Keypmannahavn. Men tað fer ikki í húnar hátt á Christiansborg hesaferð