LGBT og Kaj Leo á fundi

LGBT Føroyar fer at geva landsstýrismanninum í heilsumálum eina lýsing av støðuni hjá LGBT'arum í Føroyum

Í vikuni vóru nevndarlimir í LGBT Føroyar á fundi við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum og norðurlandamálum. LGBT Føroyar kallar fundin góðan og positivan.

– Á fundinum vóru ymisk viðurskifti umrødd, sum hava við heilsustøðuna hjá LGBT'arum at gera, umframt at felagið kunnaði landsstýrismannin um, hvat vit arbeiða við í løtuni, skrivar LGBT á Facebook.

Eisini varð nomið við norðurlendsku frágreiðingina um støðuna hjá LGBT'arum, sum júst er almannakunngjørd.

– Sambært norðurlensku frágreiðingini eru Føroyar eftirbátur á nógvum økjum, og tí heittu vit á landsstýrismannin um at hyggja nærri at hesum viðurskiftum. Avtalað varð eisini, at vit í LGBT Føroyum senda eina lýsing av støðuni hjá LGBT'arum í Føroyum til landsstýrismannin, sigur LGBT.

LGBT Føroyar gav eisini landsstýrismanninum bókina "Ver tú!", sum er um kynsfatan, kærleika og familju.