Liðug at velja í Grønlandi – telja nú atkvøður

Long bíðirøð í Nuuk førdi til, at valstaðið ikki lat aftur fyrr enn klokkan 21 – ein tíma seinni enn ætlað.

 

 

(Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix)

(Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix)

Øll valstøð í Grønlandi, har landstings- og kommunuval er, hava nú alment latið aftur. Klokkan 20:59 lokala tíð lat valstaðið í Nuuk aftur sum tað síðsta sambært grønlendska kringvarpinum KNR. Tað var klokkan 23.59 okkara tíð.

Ein óvanliga long bíðirøð á valstaðnum elvdi til, at bíðað var ein heilan tíma við at lata valstaðið aftur.

Øll hini 71 valstøðini lótu aftur klokkan 20.

Fyrstu valúrslitini eru við at koma inn.

Sambært almennu síðuni valg.gl eru 206 atkøvður taldar stutt fyri klokkan 1 okkara tíð.

Umleið 41.000 fólk hava atkvøðurætt og skulu velja tey 31 fólkini, sum skulu veljast í landstingið, Inatsisartut. 189 valevni stilla upp.

Stórur spenningur hevur veirð um valið.

Stjórnarflokkurin Siumut hevur verið merktur av innanhýsis stríði, og veljarakanningar hava ikki givið siðbundna stjórnarflokkinum eitt gott val.

Valdsstríði kom í hæddina, tá Kim Kielsen, formaður í Siumut og landsstýrisformaður, í november varð koyrdur frá sum formaður, og Erik Jensen valdur í staðin. Men Kim Kielsen varð kortini sitandi sum landsstýrisformaður.

Samstundis er stór ósemja um eina stóra námsætlan  í Kuannersuit, Kvanefjeld, nærindis býnum Narsaq í Suðurgrønlandi.

/ritzau/

(Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix)