Liljan Weihe gevst hjá Edmund

Liljan Weihe, sum seinasta árið hevur verið ráðgevi hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, á Christiansborg, gevst nú í starvinum.

 

Í stuttari viðmerking sigur Liljan Weihe, at henni leingist heim eftir familjuni.

Liljan Weihe er ikki ókend á Christiansborg, har hon í síni tíð arbeiddi fyri Høgna Hoydal og Norðuratlantsbólkin. Best kenna vit hana tó sum tíðindaleiðara í Kringvarpinum.

Liljan Weihe sigur, at henni hevur dámt sera væl á Christiansborg.

– Í dag sigi eg farvæl við eitt deiligt arbeiðspláss og nakrar uppaftur deiligari starvsfelagar.

– Góði Edmund, takk fyri, at tú gav mær møguleikan at arbeiða á Fólkatingi aftur. Tað hevur verið hendingaríkt, gevandi og stuttligt, skrivar Liljan Weihe á Facebook.

– Vit hava sjálvandi verið merkt av koronu – eins og øll onnur – men tað hevur ikki ávirkað samanhaldið, sum er millum skrivstovurnar hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, skrivar hon.

##med2##

Starvsfólk á skrivstovunum hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum á Christiansborg