Linda Andrews við nýggjum videolagi

Alt er innspælt hvør sær, og talan er um ein nýggjan bólk

Føroyska sangarinnan Linda Andrews hevur gjørt ein nýggjan bólk. Bólkurin er eitt úrslit av koronastøðuni, sum hevur rakt tónleikavinnuna hart. Av tí at so fáar konsertir hava verið, so hava fleiri tónleikarar brúkt alternativar mátar at spæla og gera tónleik uppá. Linda Andrews hevur verið serliga aktiv á sosialu miðlunum við tónleiki. 

Hon hevur nú gjørt ein nýggjan bólk, sum hevur fingið heitið "The LAB".

– Okkara fyrsta staklag kemur út í ovurmorgin og sjónbandalagið er komið út, fortelur hon fyri in.fo.

"The LAB" er eitt samstarv millum tónleikarar úr Føroyum, Danmark, Póllandi og Kuba, og stílurin er, sum Linda Andrews tekur til: funky.

– Alt er innspælt hvør sær, og síðani sett saman orsakað av, at vit ikki kundu hittast og innspæla saman, sigur hon.

Hoyr lagið her:

##med2##

THE LAB - Feel Good Party