Lindin hevur broytt miðlalandslagið

Lindin hevur nú sent kristiligt útvarp í 20 ár. Dagligi leiðarin, Tór Arni Samuelsen, heldur, at støðin hevur verið við til at broytt miðlalandslagið í Føroyum, so at tað nú eisini er meira natúrligt við kristiligum tilfari í øðrum miðlum

– Eg haldi, at aðrir miðlar í Føroyum nú betur tora at taka upp evni, sum hava við tað kristiliga at gera. Og tað gleðast vit um, sigur Tór Arni Samuelsen.
Nevndarformaðurin í Lindini, Preben Hansen, er samdur.
– Ja, tað gleðast vit um. Vit meta ikki nakran annan vera í kapping við okkum. Vit eru als ikki á lýsingarmarknaðinum – og vilja ikki vera har. Vit gleðast um alt kristiligt tilfar, ið kemur út í miðlarnar í Føroyum, sigur Preben Hansen.

##med2##
Mest sjálvboðið arbeiði

Ein stórur partur av arbeiðinum í Lindini er framvegis sjálvboðin, men eitt fulltíðarstarvsfólk og nøkur, ið gera parttíðar arbeiði, fáa løn. Samanlagt svarar tað til umleið trý fulltíðarstarvsfólk. Umleið 50 onnur arbeiða sjálvboði, so at Lindin kann senda 24 tímar um døgnið, 365 dagar um árið.

Lindin byrjaði virksemi 21. januar í 2000, og eru tað nú 20 ár liðin síðani fyrsta sendingin varð útvarpað. Í dag røkkur sendinetið, 14 sendarar, hvønn einasta tíma í vikuni, meira enn 92% av Føroya fólki.

##med3##
700 stuðlar

Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggja allan raksturin av Lindini. Hesin er árliga, áleið 1,6 milliónir krónur.

– Tá ið vit byrjaðu, høvdu vit umleið 80 stuðlar, ið stuðlaðu við fastari upphædd hvønn mánaða. Fleiri søgdu tá, at vit fóru ikki at klára at senda í meira enn eitt ella tvey ár. Men vit trúðu upp á tað og fóru í gongd. Eftir at hava sent í nakrar fáar mánaðir høvdu vit 300 stuðlar. Síðani er tað vaksið spakuliga, og vit hava í dag umleið 700 stuðlar, sigur Preben Hansen.

Umframt einstaklingar stuðla nakrar fyritøkur og onnur.

Tá ið Lindini byrjaði, hevði Atlantic Radio sent í umleið fýra mánaðir, men tann útvarpsstøðin gavst skjótt eftir tað. Lindin var sostatt næsta privata útvarpsrásini í Føroyum. Í 2006 víðkaði Lindin um senditíðarskeiðið og fór sum fyrsta útvarpsrás í Føroyum at senda 24 tímar um døgnið.

##med4##
Føðingardagssending

Í sambandi við 20 ára føðingardagin, ger Lindin nógv burturúr í morgin, tá ið sent verður beinleiðis frá Østrøm í Havn frá klokkan 13 til 23. Talan er um beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir. Bólkar og einstaklingar fara at framføra livandi tónleik‚ millum onnur Kristina Nónklett Hansen, T.O.S., Oddbjørg Poulsen og Jákup á Lakjuni.

Talan er eisini um ein stuðulsdag við uppboðssølu, har vinningar eisini verða útlutaðir.

Meira verður at lesa um Lindina í Sosialinum mánadagin.

##ms##

Tór Arni Samuelsen, dagligur leiðari í Lindini

Preben Hansen, nevndarformaður í Lindini