Línudansur í Norðurlandahúsinum (FM1)

(FM1) Hoyr Gunn Hernes, stjóra í Norðurlandahúsinum og Miru Ravald og Luis Sartori Do Valo greiða frá Portmanteau, ið verður framført hóskvøldið

Gunn Hernes, Mira Ravald og Luis Sartori Do Valo (Mynd: Petur Zachariassen)

Gunn Hernes, Mira Ravald og Luis Sartori Do Valo (Mynd: Petur Zachariassen)

##med2##

Ein línudansari, ein gyklari, ein myndlistamaður, ein tónleikari, ein ljóssniðgevi og fleiri gamlar uppvørpur - saman geva tey eina vakra, kensluborna sýning.

Eitt Portmanteau er ein málslig blanding av orðum, har partar av fleiri orðum og teirra merking verða sett saman til eitt nýtt orð.

Á sama hátt sameinir tvørlistaliga sýningin Portmanteau ein dansara / línudansara, ein gyklara / listamann, ein tónleikara, ein ljóssniðgeva og gamlar uppvørpur.

Við hondgjørdum myndatilfari, sum verður víst á veggir, gólv og kroppar, og vøkrum ljóðum av kontrabassi viðger sýningin sambond og samvirkni við inniligum løtum av møti og skilnaði.

Ein spælandi longsul eftir tí gamla og nærverandi samspæl ímillum uppvørpurnar og tey framførandi eru við til at skapa eitt ærligan og livandi visuellan heim.

Portmanteau ynskir at vekja kenslurnar hjá áhoyrarunum við at bjóða teimum at hyggja, merkja og uppliva.

Orðið Portmanteau varð fyrstu ferð nýtt á hendan hátt í bókini “Through the looking glass” hjá Lewis Carrol, tá Humpty Dumpty greiðir frá tí at seta orð saman á ymsar hættir. Hann sigur soleiðis við Alice: “You see it’s like a portmanteau - there are two meanings packed up into one word”. Við at nýta hesa meginregluna í einum øðrum samanhange, setir Portmanteau saman sirkus, dans, livandi tónleik og myndlist.

Listafólkini eru Mira Ravald og Luis Sart, skrivar Norðurlandahúsið um framførsluna.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Zachariassen, reportari hjá FM1 gjørdi við Miru Ravald, Luis Sartori Do Valo og Gunn Hernes, stjóra í Norðurlandahúsinum.

Portmanteau verður framført í Norðurlandahúsinum hóskvøldið klokkan 19.30. Framførslan er ein tíma til longdar.

 

 

Gunn Hernes, Mira Ravald og Luis Sartori Do Valo (Mynd: Petur Zachariassen)

(Samrøða: Gunn Hernes, Mira Ravald og Luis Sartori Do Valo)