Línuskip ger royndir á Føroyabanka

Tey línuskip, sum í løtuni eru til fiskiskap, royna á ymiskum leiðum, bæði her heima og á fjarleiðum.

 

Í dag eru bara tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum, men væntandi loysa onnur skip, sum næstu dagarnir ganga.

Annað skipið, sum fiskar undir Føroyum, fær mest av toski og hýsu og hitt skipið, sum er Sandshavið, ger í løtuni royndir á Føroyabanka. Á Bankanum er veiðan mest hýsa og skøta.

- Skipið, sum er á Føroyabanka, kemur inn at landa mánadagin, og hitt kemur miðskeiðis í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Lagt verður aftrat, at eitt ísfiskalínuskip er á Íslandsrygginum, og tað kemur eisini inn at landa mánadagin. Veiðan á Íslandsrygginum er mest toskur og svartkalvi.

Eitt ísfiskalínuskip er nýliga byrjað túr í íslendskum sjógvi, og teir koma neyvan heim at landa fyrr enn í aðru viku, um alt gongur sum ætlað.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt frystilínuskip er á Flemish Kap, tvey eru í grønlendskum sjógvi, eitt frystilínuskip tekur ímóti fiski í Grønlandi, og eitt liggur.

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin fer at batna, sum vikan gongur, og veðrið verður gott.

- So, vit rokna við nógvum útróðri í næstu viku. Útróðrarbátarnir fiska at kalla bara tosk og hýsu í løtuni, verður lagt aftrat.