Línuskipini eru á ymiskum leiðum

Streymurin, sum seinastu dagarnar hevur verið harður, verður brúkiligur aftur í næstu viku, og veðrið verður gott.

 

Tað eru bara trý ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum í løtuni, og øll eru nýliga byrjaði túr. Kanska koma eitt ella tvey av hesum skipum inn at landa í næstu viku.

- Línuskipini, sum fiska undir Føroyum, fáa mest av toski og longu, og tey fáa eisini nakað av hýsu og brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Eitt føroyskt ísfiskalínuskip er í Eysturgrønlandi, og her er meginparturin av veiðini toskur og so nakað av brosmu. Hetta skipið kemur møguliga heim at landa seint í næstu viku.

- Eitt frystilínuskip er eisini í Eysturgrønlandi, tvey fiska í íslendskum sjógvi, eitt er ávegis heim av Flemish Kap, og eitt frystilínuskip fiskar undir Føroyum.

Um útlitini til útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag, at streymurin verður brúkiligur, og væntandi er eisini, at veðrið verður gott.

- So, vit vit vænta, at nakað verður av útróðrarfiski í næstu viku, verður lagt aftrat.