Listaframsýning Artmoney Nord

Í hesum døgum er ein listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har 25 norðurlendsk listafólk sýna fram teirra egna tilvirkaða valuta

Framsýningin byrjaði 8. august og heldur á til mikudagin 14. august.

Um framsýningina verður millum annað sagt:

”Money makes the world go around” – men hvør og hvat skapar veruligt virði í heiminum? Tað eru hesar spurningar, sum Artmoney Nord viðgerð.

Artmoney er ein listaverkætlan, eitt annað slag av valuta, sum hevur verið í fleiri enn 20 ár. Tað eru smálistaverk í støddini 12 x 18 cm úr øllum møguligum tilfari og listagreinum, sum til dømis akvarell, keramikk, tekstil, myndum og so framvegis.

##med2##

Í bólkinum Artmoney Nord eru 28 norðurlendsk listafók, sum geva teirra boð at list ikki bara hevur eitt peningaligt virði, men at tað eisini fær okkum at hugsa øðrvísi um samfelagið.

Artmoney Nord er ein framsýning, sum ferðast í Norðurlondum. Tað byrjaði í Århus í 2017, og hevur verið sýnt fram á Bornholm, í Álandi, í Finnlandi og í Íslandi. Danska myndlistakvinnan, Hanne Matthiesen, hevur verið eitt av undangongufólkunum.