Hallur og Kristina á Nordhavns Regatta

24. mai verður Nordhavns Regatta í Keypmannahavn, við kappróðri, undirhaldi, kontri, rokki, felagssangi og hugna.

24. mai verður Nordhavns Regatta í Keypmannahavn, við kappróðri, undirhaldi, kontri, rokki, felagssangi og hugna.

Edmund Joensen fólkatingslimur setur regattaina kl. 14, og kl. 14.30 byrjar kappróðurin, ið er sjálvur snúningsásin á tiltakinum.

Men regattain, ið á nógvan hátt minnur um gomlu stevnurar í Føroyum er ikki bert ein dagur fyri tey, ið elska kappróður. Nógv ymiskt undirhald, eitt nú andlitsmáling, og tónleikur.

Í sambandi við regattaina fer Føroya fremsta kontri duo kongurin Hallur Joensen og prinsessan Kristina Bærendsen til Danmarkar.

Les meira og síggj skránna á Facebook

Tey undirhalda við sínum sangi og gittarspæli saman við basssnillinginum Eyðuni Johannesen frá kl. 16.30.

Matur og drykkivørður fáast á økinum, og ikki er loyvt at hava egnar drykkivørður við sær.

Kl. 19 er felagssangur og kl. 21 spælir rokkbólkurin Caress konsert. Eisini verður møguleiki at hyggja at Champions League dystinum millum bæði Madrid liðini á stórskíggja.

Um kvøldið spælur Hallur Joesen trio til dans. og DJ: Sugardaddy og Honeypie leggja tónleik á.

Fyrireikararnir hava spent seg út og skipa fyri ókeypis koyring millum Nordhavns Statión og stevnuplássið. Ynkis koyring ber til at ringja til 2911 5517, tað er eisini ókeypis at hava telt ella kampingvogn við sær. Ynkist loyvi, ber til at ringja 2296 1852.