Listasavnið á Sandi hevur fingið nýggjan leiðara

Ein av hennara størstu styrkjum eru evnini at miðla list til bæði børn og vaksin, sigur Listasavnið

Tað verður Eir í Ólavstovu, sum skal standa á odda fyri Listasavninum á Sandi. Tað er avgjørt nú setanarbólkurin hevur tikið støðu til umsóknirnar, sum komu inn.

Listasavnið sigur í eini fráboðan, at tríggir væl skikkaðir umsøkjarar vóru til samrøðu, men tá ið avtornaði gjørdi setanarbólkurin av at seta Eir í Ólavsstovu sum savnsvørð.

Eir er úr Havn, men hon er búsitandi á Sandi. Hon hevur arbeitt við myndlist í nógv ár, og hevur sera stóra vitan á økinum, stendur í fráboðanini frá Listasavninum.

– Ein av hennara størstu styrkjum eru evnini at miðla list til bæði børn og vaksin. Hetta kemur nú savninum til góðar, leggja tey afturat.

Eir hevur drúgvar royndir úr Kringvarpinum, har hon hevur gjørt mentanarsendingar. Hon hevur harumframt verið fyrisitingarleiðari í Meginfelag Áhugaleikara Føroya. Hon er útbúgvin cand.comm. frá Roskilde Universitetscenter og er harumframt útbúgvin sjónleikari. 
Listasavnið, ið er opið dagliga í summarmánaðunum. Tað læt aftur 31. august og er nú opið eftir avtalu og tá ið tiltøk eru.