Lítið av yngli í ár

Magnus Heinason hevur gjørt kanningar á Landgrunninum og Føroyabanka.

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

Sambært kanningum, sum Magnus Heinason hevur gjørt á Landgrunninum og Føroyabanka í seinnu helvt av juni, var lítið av yngli í ár í mun til onnur ár, tó at 2018 eisini var eitt vánaligt ár, boðar Havstovan frá.

Talan var um yngul- og ætikanningar á Landgrunninum og Føroyabanka, sum kanna yngulin frá gýtingini í vár, umframt pelagisku vistskipanina undir Føroyum. Við kanningunum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá fiski og sjófugli.
Kanningarnar á vístu, at serliga nøgdirnar av toski, hýsu vóru lægri enn miðal á bæði Landgrunninum og Føroya Banka. Tó sá betri út við hvítingi í mun til onnur ár.

Havstovan vísir á, at undanfarnar kanningar hava víst greitt samband millum gróður og ovaru liðini í føðiketunum á Landgrunninum.

Væl var av djóraæti, bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Reyðæti, sum hevur týdning sum føði hjá fiskalarvum seint í mai og eisini í juni, var sum heild smátt á Landgrunninum, helst tí at nøringin er byrjað seint, orsakað av tí seina várgróðrinum.

Gróðurin á Landgrunninum er tætt við miðal støði, tó at várgróðurin ikki tók dik á seg fyrr enn í juni. Havstovan metir, at seinkaði várgróðurin kann hava darvað livikorini og vøksturin av fiskalarvum í mai mánaði.

Mynd: Havstovan