Lítið og einki kjak um inklusjón í fólkaskúlanum

- Tað er undranarvert, at vit í so lítlan mun umrøða inklusjón í fólkaskúlanum, tá ið inklusjónshugtakið hevur verið á altjóða breddanum í fleiri áratíggju, og tá ið vit hava undirskrivað ST-sáttmála, sum sigur, at øll skulu inkluderast, sigur Frida Poulsen, sum er farin undir ph.d.-verkætlan um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið millum annað á skulabladid.fo.

Hóast vit í Føroyum søguliga hava hýst so at siga øllum næmingum í fólkaskúlanum, so hevur ikki verið nógv kjak um inklusjón, og hvussu vit skipa skúlan soleiðis, at allir næmingar, sama hvørjar avbjóðingar teir hava, fáa eitt munagott skúlatilboð. Tað kann tykjast løgið, tí aðrastaðni, eitt nú í Danmark, hevur kjakið um inklusjón verið drúgt og stundum heitt. Inklusjón er eitt skúlapolitiskt hugtak, ein visjón, sum fekk góðan byr í 1994, tá ið Salamanca-yvirlýsingin varð lýst. Yvirlýsingin sigur, at vit skulu stremba eftir einum skúlaverki, sum er fyri øll, sama hvønn tørv og hvørjar avbjóðingar, tú hevur. Síðan er ST-sáttmálin fyri fólk, ið bera brek, undirskrivaður; tað var í 2006, í Føroyum í 2009. Sáttmálin bindur londini, sum hava samtykt hann, at arbeiða fram ímóti einum inkluderandi skúla fyri øll, tað veri seg frá dagstovni, til hægri lærustovnar. Tað merkir í stuttum, at fólk, sum bera brek ella hava avbjóðingar, hava rætt til at ganga í vanligu undirvísingarskipanini.

- Í Danmark verður enntá tosað um ”inklusjónsbørn”, sum hava verið undir øðrum skipanum og skulu inkluderast í skúlan.

Frida Poulsen hevur fingið játtað trý ára granskingarstuðul frá Granskingarráðnum til ph.d.-verkætlan sína, sum hon nevnir Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum. Frá politiskari visjón til íverksetan í einum spenni millum almanna námsfrøði og sernámsfrøði; umframt hevur hon fingið stuðul frá Mentamálaráðnum. Seinastu 7 árini hevur hon starvast sum fulltrúi í Mentamálaráðnum. Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari og cand.ped.ped.psyk. og BA í stjórnmálafrøði. Komandi trý árini er hon í hálvum starvi á Fróðskaparsetri Føroya og hálvum starvi á Danmarks Pedagogiska Universiteti (DPU). 

Øll greinin kann lesast í Skúlablaðnum.