Lítið og einki virksemi hjá Hotel Hafnia

– Vit hava sitið spent og bíða, og vit fara ikki at koyra nakran, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia og komandi Hotel Brandan, sum nú hevur sagt "på gensyn" við flestu starvsfólkini, ið fyribils enda í ALS skipanini.

Hjálparpakkin hjá landsstýrinum varð samtyktur í vikuni, og tað merkti, at starvsfólkini á Hotel Hafnia kundu fara í ALS skipanina fyribils, meðan virksemið hjá Hafnia og tilhoyrandi matstovum liggur stilt.

– Virksemið hjá okkum er á leið null, men vit hava framvegis gestir, so teimum taka vit okkum gott av, og vit tryggja okkum, at teir hava eitt gott uppihald, sigur Pætur Trónd Thomsen og sipar til teir umleið 10 gestirnar, sum eru eftir á Hotel Hafnia.

Les meira um støðuna í føroysku gistingarvinnuni í Vikuskiftissosialinum, sum sæst á netinum her.