Privat heimahjálp er til tey ríku

At summi eldri fólk fáa betri tænastu og røkt, tí tey hava pengar at gjalda fyri privata heimahjálp, er ikki í lagi

 

- Tað er keðiligt, at tað er marknaður fyri eini fyritøku, sum veitir heimahjálp privat. Hevði tað almenna verið nóg gott, hevði tørvurin jú ikki verið har.

 

Soleiðis segði Selma Herup, tá hon fríggjadagin saman við Una H. Johannesen og Justinus Ejdesgaard mannaði panelið í seinnapartssendingini á Rás2, har eitt av evnunum var heimahjálp, sum verður veitt av privatum.

 

- Tað skapar ein mun millum fólk, at tað eru nøkur, ið kunnu betala seg til eina betri tænastu enn ta, sum tað almenna veitir, segði Selma Herup.

 

Hesum tók Justinus Ejdesgaard undir við.

 

- Mær dámar best, at tað er tað almenna, sum tekur sær av røktini av eldri fólki, tí so fáa vit garanterað, at tað verður líka fyri øll, og í tí er ein ávís trygd, segði Justinus Ejdesgaard.

 

Ein fastur partur av Rás2 Seinnaparti fríggjadagar er tátturin Vikan, sum fór. Har sigur eitt panel sína hugsan um nakrar av søgunum og hendingunum, sum hava verið ta vikuna.

 

Panelið er samansett við skiftandi luttakarum hvørja ferð.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alt innslagið, um at heimahjálp verður veitt av tí privata.