Lítil jarðskjálvti rakti Sisimiut

- Hetta er ikki nakað, sum fólk skulu óttast, sigur GEUS.

 

 

 

Íbúgvar í býnum Sisimiut í Grønlandi upplivdu í dag nakað, tey merktu sum ristingar, og í gjárkvøldið hoyrdust tvey undarlig brak í jørðini.

GEUS (De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland) váttar, at ein lítil jarðskjálvti er staðfestur eystan fyri Sisimiut klokkan 22.23 lokala tíð.

Jarðskjálvtin varð máldur til 1,5 á Richterskalanum. - Hetta er ikki ein harður jarðskjálvti, og tað var seismologiska støðin í Kangerlussuaq, sum máldi skjálvtan, sigur Majken Djurhuus Poulsen við www.sermitsiaq.ag.

Hon leggur aftrat, at umleið hálvur annar tími var millum ristingarnar, sum fólk í Sisimiut merktu. - Seinna ristingin var harðari enn hin fyrra, og hon merktist væl inni í fjørðinum. Majken Djurhuus Poulsen sigur, at annað brakið hoyrdist eisini í Nuuk.

Hon leggur aftrat, at tá ristingar eru nær við, har fólk búgva, kunnu hesar merkjast ógvusligar - og ógvusligari, enn um tær vóru longri burtur. - Men, hetta er ikki nakað, sum fólk skulu stúra fyri, sigur hon.