Fiskivinnupolitiskur toppfundur í Klaksvík

Í gjárkvøldið var fiskivinnupolitiskur toppfundur í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Fundurin var partur av torraskránni og møtti stór fjøld av fólki. Kanska møttu so nógv, tí at Kringvarpið í seinastuni hevur havt ymiskar sendingar um sjóvinnuna.

Myndir: Dávur Winther

Myndir: Dávur Winther

Í gjárkvøldið var fiskivinnupolitiskur toppfundur í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Fundurin var partur av torraskránni og møtti stór fjøld av fólki. Kanska møttu so nógv, tí at Kringvarpið í seinastuni hevur havt ymiskar sendingar um sjóvinnuna.

 

Fundurin vardi í meir enn tveir tímar og varð sendur beinleiðis í Kringvarpi Føroya, umframt at hann varð stroymaður.

 

Høvuðsyvirskriftirnar á fundinum vóru;

 

– Hvørja fiskivinnunýskipan fáa vit nú?

 

– Útlendingar í fiskivinnuni?

 

– Hvat skal samfelagið hava burturúr s.s. arbeiðspláss, økismenning, skattakrónur, sterkar fyritøkur o.a.

 

– Útluting av veiðirættindum – hvussu skal hetta gerast?

 

Higartil hevur samgongan hildið kortini tætt at kroppinum, hóast andstøðuflokkarnir hava fingið fundarboð og hava lagt síni sjónarmið fyri samgonguna. Á kjakfundinum tyktust kortini enn at sita tætt at kroppinum og kom í so lítið nýtt fram.

 

John Johannesen og Árni Gregersen vóru viðmerkjarar til kjakið, sum tá ið teir tóku samanum, hildu at kanska var í so lítið nýtt kom fram og møguliga tyktist fundurin eisini sum ein byrjandi valfundur.

 

Á kjakfundinum var eisini høvi hjá fundarfólki at seta sín spurningar, sum fleiri nýttu høvið til. Fundurin varð skipaður saman við Kringvarpi Føroya, har orðstýrarar vóru Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt.

 

Til endans vórðu fundarluttakararnir spurdir um, teir trúðu uppá, at semja fekst um eina nýggja fiskivinnuskipan fyri valið. Jú, hesa trúgv og vón høvdu teir flestu – kanska serliga úr samgonguni, tó at onkur úr andstøðuni helt, at eitt val hevði verið kærkomið nú.