Tríggir spælarar til B36

Árstalsfelagið er úti um seg og styrkir hópin við trimum ungum spælarum, sum allir hava royndir í Effo-deildin.

Mynd: (Eyðbjørn Jacobsen) Rógvi Joensen(tv) í dysti fyri U21 landsliðið móti Rumenia á Svangaskarði

Mynd: (Eyðbjørn Jacobsen) Rógvi Joensen(tv) í dysti fyri U21 landsliðið móti Rumenia á Svangaskarði

Rógvi Joensen, Alex Mellemgaard og Eli F. Nielsen eru allir á veg til B36. Tað siga keldir hjá in.fo. Leiðslan í B36 hevur onga viðmerking, men nógv bendir á at Rógvi, Alex og Eli spæla við árstalsfelagnum komandi ár.

 

In.fo og Sosialurin hevur í longri tíð sett U21 miðvallaran, Rógva Joensen, í samband við B36. Hann var í fjør liðskipari hjá TB, sum flutti niður. Keldir hjá in.fo siga, at Rógvi Joensen hevur gjørt avtalu við B36 fyri komandi ár.

 

Alex Mellemgaard verður aftur at síggja í føroyskum fótbólti komandi ár. Hann hevur ikki spælt í ár. Hann hevur spælt við besta liðnum hjá AB, bæði í bestu og næstbestu deildini. Sum skilst, so hevur B36 tryggjað sær, at argjamaðurin fer at spæla í hvítum komandi ár.

 

Eli Falkvard Nielsen hevur í ár spælt 07 Vestur, sum er flutt niður. Eli hevur roynt seg í HB, men kláraði ikki at sláa til. Nú hevur hann eftir øllum at døma skift til hitt liðið í Gundadali, B36.

 

Bæði AB og TB kunnu krevja pengar fyri ávíkavist Alex og Rógva, tí teir eru uppaldir í feløgunum.